Hví er føroyskt so serligt?
Føroyskt er eitt lítið mál, sum hevur ment seg í einsemi á oyggjunum. Søgan vísir eina serstaka blanding av mentanum:
Teir fyrstu íbúgvarnir: Írskir munkar komu fyrst til Føroya, og frá teimum fingu vit keltisk orð sum t.d. "Dímun".
Víkingatíðin: Víkingarnir komu í búsetingartíðini umleið ár 800-900, og soleiðis kom fornnorrønt til landið.
Málslig blanda: Norðurlendskir menn giftust ofta kvinnum úr norrønum hersetta Írlandi, Orknoyggjum og Hetlandi, áðrenn tey settust niður í Føroyum. Hetta gjørdi, at málini vóru blandað longu tá tey komu higar.
Menningin: Málið mentist frá fornnorrønum til gamalt norskt og endiliga til tað føroyska, vit kenna í dag.
Føroyskt gjøgnum tíðina
Málslig dygd
Ung fólk duga í dag verri føroyskt enn tey eldri gjørdu á sama aldri.
Bendingar
Ein stór broyting er, at summi ung eru slett ikki før fyri at benda orðini longur.
Trupulleikar í skúlanum
Ranveig, sum er lærari, greiðir frá, at hon nú má greiða frá sera nógvum orðum í stuttsøgum og skaldsøgum, tí næmingarnir skilja tey ikki.
Internetið
Vegna lætta sambandið við internetið verða ung meira ávirkað av útlendskum málum.
Ungdómur, sosialir miðlar og ensk ávirkan
Enskt er vorðið høvuðsmálið í vesturheiminum, og tað merkir føroyska málið í stóran mun.
Tíðarnýtsla: Ung brúka nógva tíð á internetinum (YouTube, filmar og spøl) heldur enn at tosa føroyskt við vinir og familju.
Málslig gloymska: Tá ung ikki finna tað rætta føroyska orðið, seta tey ofta enskt orð inn í staðin.
Frá danskt til enskt: Fyrr var tað danskt, sum ávirkaði mest, men í dag brúka ung enskt meira, tí tað er málið tey kenna betur.
Talan sínámillum: Børn eru farin at tosa enskt sínámillum í gerandisdegnum.
Tíðlig ávirkan: Foreldur seta ofta børn framman fyri YouTube, sum oftast er á enskum, og soleiðis byrjar ávirkanin longu í barnaárinum.
Dialektir – Føroyskt er ikki bara eitt mál
Málføri er ein stórur partur av okkara mentan og sjálvsfatan.
Suðuroyar málføri: Tað verður ofta kallað tað sterkasta málførið, møguliga tí Suðuroyggin liggur langt frá høvuðsoyggjunum. Suðuringar eru sera stoltir av sínum máli.
Blanding og hóttan: Tá fólk úr ymiskum økjum (t.d. Eysturoy og Suðuroy) fáa børn saman, verða málførini blandað, og soleiðis hvørva tey spakuliga.
Hvalba: Í eldri hvalbiarmáli brúktu tey "j" fyri "g" (t.d. "jenta" og "hvat jert tú"). Eldri fólk meina, at tey ungu duga ikki hetta gamla málið ordiliga.
Konkretir málførismunir:
Suðuroy (Suðringar): Jeg, okur, tykur – Úttala við "or/ur" – Brúka nógv "donsk" orð
Norðanfyri (Norðingar): Eg, vit, tit – Úttala við "ir"-ljóð – Greiðari "ir"-ljóð
Føroyskt sum annað mál
Fyri útlendingar er málið lykilin til at gerast partur av samfelagnum. Ein útlendsk kvinna greiðir frá:
Trupulleikar: Tað er serliga ringt at benda orðini rætt, læra úttaluna og skilja føroyingar, tá teir tosa ov skjótt.
Vantandi venjing: Tað er trupult at læra, um man ikki hevur ein føroying at venja seg við dagliga. Heima tosar hon indonesisk, sum ger tað truplari.
Tíðin: Tað er tungt at læra málið sum vaksin (t.d. 46 ára gamal) vegna arbeiði og heimslig pligtir.
Varðveitsla: Er føroyskt í vanda?
Málið er undir trýsti, men vit kunnu gera nakað:
Hvat hóttir?: Ov nógv enskt á netinum og at útlendingar brúka enskt til at samskifta, ger at málið kann hvørva.
Tiltøk: Vit kunnu gera føroyskar sjónvarpssendingar, filmar og bøkur til allar aldursbólkar.
Okkara ábyrgd: Vit eiga at tosa meira føroyskt, benda orðini ordiliga og royna at sleppa enskum setningum í okkara samtalum.